Vinnan veit
KitApps, Inc.
1.1 8.7mb

Hósdagin 13. september bjóðar Nema til ráðstevnu, fyrilestrar og framløgur. Tiltakið eitur Vinnan veit '13. Høvuðsevnið er "Betri stýring og størri vinning við samstarvi, skipanum og tøkni".

Við hesum farritinum, hevur tú skránna og annað tilfar um ráðsetvuna í lummanum.

--

Tak ein dag úr kalendaranum og fá íblástur, vitan og hugskot, so tú og tín fyritøka ella stovnur eru klár til framtíðina.

Við fyrilestrahaldarum frá altjóða fyritøkum sum Dell, Oracle og fleiri og framløgum og verkstovum við serfrøðingunum hjá Nema eru vit errin at bjóða til Vinnan veit '13.

Endamálið við tiltakinum er at deila vitan og saman mennast og betra okkara førleikar. Nema er vertur, í samstarvi við Dell, Oracle og Intel.

Vinnan veit '13 er ætlað øllum liðum í virðisketuni, frá stjóranum, sum vil effektivisera og optimera, til tøkningin, sum vil víðka sín sjónarring og tryggja sær dagførda vitan.

Vælkomin til Vinnan veit '13 í Norðurlandahúsinum hósdagin 13. september.

Content rating: Rated 4+

Requires OS: 5.0

Supported Devices:
- iPad
- iPhone
- iPod Touch

...more ...less